TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Annu Brimnes, sum skoraði 10 av teimum 19 málunum Kyndil fekk í 19-23 steypafinalutapinum ímóti VÍF í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.
Anna Brimnes er vónsvikin um, at Kyndil ikki tordi at spæla sum tær plaga, og hon ásannar, at hon og liðfelagarnir runnu aftaná VÍF allan dystin.
Men nú skal dysturin gloymast, og Anna Brimnes og liðfelagarnir fara at arbeiða hart fyri at rætta uppá tingini til FM-finalurnar ímóti júst VÍF í apríl. VÍF og Kyndil eru í løtuni sjey og seks stig frammanfyri VB, og nógv skal ganga galið í hvonndeildini um ikki FM-finalan verður ein endurtøka av steypafinaluni í dag.
Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við fegnar spælarar hjá VÍF, og við Inga Olsen, venjara hjá VÍF hoyrast HER
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Annu Brimnes hjá Kyndli hoyrist HER