Tað metir veddingarfyritøkan Bet24, sum hevur 28 ára gamla Thomas sum favoritt at vinna kappingina. Setir tú pengarnar á fyrrverandi læraran, fært tú pengarnar 1,90 ferðir aftur.
Velur tú hinvegin at seta pengar á Annu Nygaard, fært tú pengarnar heili tíggju ferðir aftur. Við øðrum orðum, um tú velur at seta 100 krónur upp á, at føroyska songkvinnan vinnur kappingina og hon so ger tað, er vinningurin 1000 krónur.
Sambært Bet24 eru tveir einstaklingar og ein bólkur, sum hava størri møguleikar at vinna X Factor enn Anna Nygaard. Hesir eru áðurnevndi Thomas, 15 ára gamli Jesper og bólkurin The Fireflies.
Veddingarfyritøkan vil eisini vera við, at bólkurin 8210 hevur ringast møguleika at fara við sigrinum. Gera tær tað, fært tú pengarnar 100 ferðir aftur.