Anna var tann besta

?Forrygende færing?, skrivar danska Ekstrablaðið í dag um 18 ára gomlu Onnu Nygaard, sum í gjárkvøldið var við í X Factor kappingini. Dómararnir vóru hugtiknir av henni. Líkt er til, at Anna Nygaard kann koma langt í ársins X Factor kapping. Í gjárkvøldið vísti DR1 upptøkuroyndina, har Anna Nygaard var við, og Anna var helst tann luttakarin, sum stóð sterkast í myndini.

 

- Føroyar hava eitt sterkt kort í ár, segði dómarin Pernille Rosendahl, og hinir dómararnir hildu allir, at Anna var ein spennandi sangari.

 

Ekstrablaðið hevur í dag Onnu Nygaard á forsíðuni saman við yvirskriftini ?Forrygende færing?. Blaðið heldur, at Anna Nygaard var størsta talentið, sum var í X Factor í gjárkvøldið.