Anna er ættað úr Havnini, og hon vaks upp í Norðadali. Foreldrini vóru Katrina fødd Simonsen og Óli Reinert ella Fløt Óli, sum hann eisini varð nevndur. Tey vóru bæði ættað úr Norðadali og búðu í Tróndargøtu og seinni úti á Fløtum. Katrina og Óli fingu seks børn. Hanna, sum býr á Bornholm, Hans, sum býr í Havnini, Kornelius (Nele), sum búði í Havnini, Anna, Oluva, sum býr í Leynum og Símun, sum búði í Havnini. Nele og Símun eru farnir, og hini eru øll farin um tey áttati. Hanna, sum er elst, er 91 ára gomul.
Tá ið Símun var tveir mánaðir gamalur, doyði Katrina, og Anna var fýra ára gomul, tá ið hon fór til Norðadals, har hon vaks upp hjá systkinabarni pápa hennara. Hann æt eisini Óli Reinert og var bóndi. Kona hansara var Josefina ella Josa, sum hon varð nevnd.
Í hesum systkinaflokkinum var Anna elst og hini vóru Agnar, sum býr í Kolding, Elma, sum búði í Svínoy, Erlott sum búði í Oslo, Leif sum var bóndi í Norðadali, Jørmund sum býr í Oslo, Helga sum býr í Keypmannahavn og Hervør, sum býr í Havnini. Elma, Erlott og Leif eru farin.
Umframt tey omanfyri nevndu systkini so eigur Anna hálvsystrina Jonu, sum býr í USA. Eitt av eyðkennum við Annu hevur verið, at hon altíð hevur verið savnandi í familjuni - í Havnini og í Norðadali - og eisini í familjuni hjá manninum, sum var ættaður úr Svínoy.
Anna var 19 ára gomul, tá ið hon fór úr Norðadali, og inntil hon í 1951, tá ið hon var 30 ára gomul, giftist og setti búgv, var hon í fleiri plássum, bæði heima á landi og í Danmark. Eitt nú tænti hon hjá Ellu og Andrew Sloan, og hon var eisini í Vestmanna hjá Gunnari Dahl Olsen og í Klaksvík hjá Alexandru og Kaj Johannesen.
Í 1946 fór Anna niður á bóndagarð at tæna, og síðani var hon á húsarhaldsskúla í Holbæk og í húsplássi hjá lækna í Hellerup, áðrenn hon í 1948 fór til Klaksvíkar, har hon var í húsplássi hjá Sunnuvu og Kristiani Olsen og í handlinum hjá Doriusi Hvidbro.
Tá ið Anna í 1951 giftist Líggjasi á Váli, búsettust tey á Selheyggi í Klaksvík, og seinni búðu tey í Víkunum. Anna var heima hjá børnunum, og eitt skifti arbeiddi hon í handli. Í 1972 flutti familjan til Havnar at búgva. Har høvdu tey verið í tvey ár miðskeiðis í seksti árunum. Eftir at tey vóru flutt til Havnar, arbeiddi Anna í eini fimtan ár á Hotel Hafnia.
Anna og Líggjas á Váli fingu fýra børn: Jóannes í 1952, Charlottu í 1954, Ólav í 1955 og Britu í 1958. Fyri Annu og familjuna var tað dyggur smeitur, tá ið Líggjas, sum var føddur 3. september í 1922, brádliga doyði 19. august í 1983, og 19. februar í ár var tað aftur stórur skelkur, tá ið Ólavur, sum var føddur 26. august í 1955, varð tikin burtur. Jóannes, Charlotta og Brita búgva øll í Havnini, og Anna eigur átta ommubørn.
Heimið hjá Onnu og Líggjasi hevur altíð andað av friði, gudsótta, trúfesti, gestablídni og sangi og tónleiki, og tey hava altíð verið so trivalig og fyrimyndarlig. Anna hevur saman við manni sínum nýtt sínar góðu sanggávur í samkomuvirksemi og við at møta upp til so mong høvi - bæði í gleði og sorg. Aðalmálið hevur verið at kunngjørt glaða boðskapin í sangi og lívi og levnaði og harvið eisini at vera síni samtíð og sínum medmenniskjum til uppmuntring og ugga.
Anna og Líggjas settu ikki seg sjálvi í miðdepulin. Men góðu gávurnar og stóri viljin at dugna og at vera til hjálpar bóru við sær, at tað var so sjálvsagt, at Anna og Líggjas vóru millum álitini, og børnini hava eisini í hesum gingið í foreldranna fótasporum.
Hóast Anna nú hevur rokkið teimum 85, so fylgir hon framvegis væl við, og hon samskiftir við eina rúgvu av fólki. Leygardagin, tá ið 85 ára føðingardagurin er, verður frá klokkan tíggju og til klokkan trý seinnapartin høvi at heilsa upp á hana í Pálsstovu.JH