Annað umfar av TF vetrarkappingini í Klaksvík

Vetrarkapping

Leygardagin 20. november kl. 13.00 skipa Treysti og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 2. umfari av TF Vetrarkapingini í Klaksvík.
TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Fyrsta umfar var fyri trimum vikum síðani á Toftum, meðan 3. umfar verður í Havn tann 11. desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár.
Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Klaksvík leygardagin renna tey hesar teinar:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1958) ? 7,850 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -88) ? 7,850 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984-88) ? 7,850 km
Gentur og dreingir (f. 1989-93) ? 3,140 km
Startur og mál verður í Kirkjubrekkuni uttan fyri Tryggingarfelagið Føroyar, og byrja øll samstundis. Rutan gongur niðan eftir Uppsalagøtu, Fosságøtu, norður eftir Vágsheygagøtu og oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Tey vaksnu renna tíggju umfør, meðan gentur og dreingir renna fýra umfør. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.
Tilmelding fer fram á www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 19. november kl. 21.00.
Startnummur verða avheintað við Tryggingarfelagið Føroyar leygardagin kl. 12.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
Meira kunning um kappingina og kappingarreglurnar eru at finna á www.athletics.fo.