-Hóast fleiri góðar framførslur fríggjakvøldið, so haldi eg serliga, at tvíburarnir Rikke&Trine vóru góðar, sigur Anna Nygaard, um fyrsta Live-showið av X-Factor 2011.
Anna Nygaard, sum í fjør gjørdist ein av finalistunum til X-Factor heldur, at fríggjakvøldið var á tremur við góðum framførslum í fyrsta LIVE-shownum hjá X-Factor.
-Sum Pernille Rosendal segði, so eru Rikke&Trine nakað serligt, og eingin sum tær hevur verið við í kappingini áður. Tær arbeiða væl saman, showið var flott og so syngja tær eisini ógvuliga serstakt, sigur Anna Nygaard, sum gleðir seg at síggja fleiri framførslur frá tvíburunum.
Tær rokaligur kvinnurnar í Dee?Vibez blivu fríggjakvøldið slignar úr kappingini.
-Eg haldi ikki, at tær høvdu tí veikastu framførsluna fríggjakvøldið, og eg haldi eisini, at tær helst høvdu havt nógv gott at bjóðað, um tær hildu fram í kappingini. Men bólkarnir eru sum oftast teir veikastu í X-Factor, og helst er tað orsøkin til at teir fóru út, sigur Anna Nygaard, sum heldur, at kappingin í ár er hørð, tí luttakararnir eru so ymiskir.