Kristina er eitt av nýggjaru nøvnunum á Fjarðafestivalinum, men hon er tó ikki heilt óroynd, seinastur trý árini hevur hon luttikið á nógvum møtum og á konsertum. Eitt nú var hon at hoyra á Eystanstevnu, eins og hon luttók á eini konsert á Eiði saman við pápa sínum Alex í juni. Eingin ivi er um, at Kristina og bólkur hennara verður eitt av teimum heilt spennandi upplivingunum á Fjarðafestivalinum, og stuttligt verður at hoyra hana tulka rokk- og gospelløg.