Í steypafinaluni hjá monnum
hevur Neistin møguleika at taka triðja sigurin á rað. Hesa ferð
kemur mótstøðan úr Kollafirði, og Neistin má liva við, at favorittstemplið situr á teimum bláu og ikki KÍF.
– Vit eru oddalið og hava fleiri royndir frá steypafinalum enn KÍF. Um tað so motiverar ella leggur eyka trýst á okkum, kann sum so gera tað sama, um vit duga at brúka tað til okkara fyrimun, sigur spælandi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, ið hevur stóra virðing fyri KÍF.
– Kollfirðingar hava argað okkum øgiliga illa. Vit hava vunnið allar dystirnar ímóti KÍF, men tað hevur ikki verið lætt, og í tí eina dystinum høvdu teir okkum í sekkinum og skuldu binda fyri, tá tað akkurát eydnaðist okkum at sleppa uppaftur.
Neistin hevur verið oddalið allan vetur, samstundis sum KÍF hevur verið klárt besta liðið av restini. Ingi Olsen staðfestir, at ein steypafinala heldur ikki er sum aðrir dystir, so tí er ikki vist, at stigatalvan er so avgerandi.
– Allarhelst hava vit eitt betri lið enn kollfirðingar, men teir eru ungir og øgiliga raskir, so vit mugu vera fokuseraðir og klárir, sigur Neista-venjarin.
Fólk eru spent
Ein hin besta myndin av, at KÍF ikki hevur somu steyparoyndir sum Neistin, er ættartalvan hjá fýra av núverandi spælarunum á liðnum. Ási Dam, Emil Dam, Pætur Johannesen og Rúni Joensen, sum eru á liðnum hesa ferð, eru synir ávikavist Jákup Dam, Kristian Martin Dam, Hannis Johannesen og Ragnar Joensen, ið allir vóru á liðnum í 1986, tá KÍF tapti ímóti Kyndli við bara einum máli, 23-24.
– Tað er deiligt at vera í finaluni, og vit eru sera spentir. Tað sama er fólkið í Kollafirði, tí allastaðni spyrja tey um finaluna og ganga øgiliga høgt upp í tað. Hetta er ein dystur, sum skal avgerast, og tað er bara hesin eini kjansurin, tú hevur, sigur venjarin hjá KÍF, Jan Ottosen.
– Vit hava hvørja ferð ímóti Neistanum fingið argað teir í eina góða løtu, men eg ivist í, um tað verður nóg mikið hesa ferð. Helst noyðast vit at spæla 100 prosent væl allan dystin á tamb, tí ímóti Neistanum hevur eingin ráð til at taka sær av løttum.
KÍF-venjarin væntar góðan stuðul frá trúgvu og harðmæltu stuðlunum úr Kollafirði, umframt at hann væntar annan stuðul við: – Vit eru »underdogs«, og tí fara óivað eisini mong onnur at halda við okkum, sigur Jan Ottosen.










