Anna ætlar ikki at Milja skal skora hesaferð (FM1)

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Milju R. Simonsen hjá HB og Annu S. Hansen hjá EB/Streymi seinnapartin í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við stinna málverjan hjá HB, Milju Reinert Simonsen og landsliðsmálverjan hjá EB/Streymi/Skála, Annu Sunadóttir Hansen í sendingini "SportBoxin", ið var send á FM1 seinnapartin í dag. Sent var úr Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

 

Í fjør møttust somu lið, HB og EB/Streymur/Skála í steypafinaluni, og tá var EB/Streymur/Skála omaná við einum 3-2 sigri. Milja R. Simonsen skoraði tó í dystinum, og tað ætlar Anna S. Hansen ikki skal endurtaka seg.

 

Milja R. Simonsen er greið yvir, at HB-kvinnurnar hava tapt seks tær seinastu steypafinalurnar tær hava verið partur av. Hon leggur tó eina við, at hon og liðfelagarnir ætla at gera teirra ítarsta fyri, at talan ikki verður um sjeyndu taptu steypafinaluna á rað.