Anna syngur jólini inn

Nú stundar av álvara til jóla. Stákanin er í hásæti. Men kanska sleppur stressið við stórum innkeypum og gávujagstran ov ofta at ræna løtuna og hugnan frá okkum. Sunnukvøldið fært tú á Reinsaríinum í Havn eitt gylt høvi at steðga á og njóta góðan jólatónleik.

 

Tá fer evnaríka og roynda songkvinnan Anna Ditleifsdóttir Háberg á pall saman við tónleikabólki fyri at syngja kendar jólasangir og at hugleiða um jólini. Hollu tónleikararnir fara at spæla undir, meðan Anna syngur úr rúgvuni av bæði føroyskum og útlendskum jólasangum.

 

Kom oman og njót løtuna, har einki fær loyvi at órógva teg og tíni. Sløkk facebook, snapchat, instagram - og ver í staðin til staðar í løtuni, sunnukvøldið klokkan 20.