Anna Sofía Vidtfeldt 50 ár

Leygardagin 25. juli fyllir Anna Sofía Vidtfeldt, fødd Poulsen, 50 ár. Anna Sofía býr á Sandi, men er ættað úr Skopun. Hon er dóttir Kristoffer og Siborg Poul­sen, og er næstyngst av 7 systkjum. Pápi hennara var m.a. handilsmaður, og í handlinum í Búrið sleit hon barnaskógvarnar. So tað var kanska ikki so undarligt, at eftir at hon hevði starvast í banka í uml. 20 ár, valdi at skifta starv og fara at reka handil og bilverkstað saman við manninum, Karl Vidt­feldt.

Anna Sofía er ógvuliga aktiv í frítíðini og røsk til tað handaliga, men tey flestu kenna hana frá dans­inum, har hon og Karl hava gingið til frálæru og luttikið á dansistevnum runt um í land­inum. Umframt hetta und­ir­vísa tey saman við øðrum børnunum á Sandi í dansi.

Anna Sofía og Karl eiga børnini Eyðnu, Kristoffur, Jóhannu og Elsubet, og sætta ommubarnið er á veg.

Dagurin verður hildin í Ung­mannafelagnum Virk­in­um á Sandi leygarkvøldið.