Anna sleppur víðari í X-Factor

Seinasta sjónvarpslýsingin hjá DR fyri X-Factor umfarið komandi fríggjadag vísir, at Anna Nygaard sleppur víðari til næsta umfar í X-Factor. DR hevur nú avdúkað, at Anna Nygaard sleppur víðari í X-Factor kappingini, sum verður fríggjakvøldið, og er sostatt eisini komin víðari til næsta umfar.

 

Sjónvarpslýsingin vísir eina sera fegna Onnu, sum syngjandi og dansandi kemur út úr dómarahølunum, og sigur, at hon er komin víðari til næsta umfar.

 

Anna Nygaard kann enn einki siga um luttøku sína í X-Factor.