Anna Nygaard slapp sum tann fyrsta beinleiðis víðari í X-Factor-kappingini hjá Danmarks Radio í kvøld. Við lagnum »American Boy« megnaði Anna Nygaard enn einaferð at bergtaka áskoðararnar og at syngja seg beinleiðis víðari til næsta umfar, sum verður um eina viku.
Tey eru fimm, sum skulu víðari í kappingini, tvey av teimum seks luttakarunum í kvøld mugu stríðast um tað síðsta plássið. Tað vera dómararnir, sum gera av, hvør teirra sleppur víðari.
Tey, sum skulu kappast um at sleppa víðari eru Daniel og Tina.