Anna slapp fyri triðju ferð beinleiðis víðari í X-Factor

Sum tann triðja av teimum fimm, sum sleppa beinleiðis víðari í X-Factorkappingini hjá Danmarks Radio, varð navnið hjá Annu Nygaard rópt. Sjálvt um nøvnini verða nevnd í tilvildarligari raðfylgju, so er spenningurin kortini stórur.

 

Tey, sum endaðu í »farezonen« vóru tær tríggjar í Fireflies og tær fýra í bólkinum 8210.

 

Síðan skuldi dómararnir gera av, hvør sleppur víðari.

 

Fyrstur av dómarunum var Pernille. Hon sendi 8210 heim.

 

Síðani var Remee. Hann vísti á, at øll høvdu verið so dugnalig, og at tað als ikki var nakað at smæðast um, at verða annar av bólkunum, sum fekk fæst atkvøður. Hann segði, at dómararnir hava eina avtalu, at um tað er so, at ein av dómaranum eigur báðar bólkarnar, sum í hesum føri Soulschock - so skal hann gera av, hvør skal sleppa víðari, og tí sendi hann Fireflies heim.

 

Soulchock tosaði sum vera man nógv um, hvussu dugnaligir allir hansara bólka hava verið, men tað endaði við, at hann - við tárum í eygunum - sendi 8210 heim.