Tá X-Factorluttakararnir í annaðkvøld fara at heiðra Michael Jackson, fer Anna Nygaard at syngja »Whatever Happens«. Tað er nú meira enn eitt hálvt ár síðani, at Michal Jackson doyði av hjartatilburði, og nógv listarfólk kring heimin hava gjørt mangt og hvat fyri at heiðra minni hansara.
Í annaðkvøld verða tað teir átta luttakararnir, sum eftir eru í X-Factorkappingini hjá Danmarks Radio, sum fara at heiðra poppkongin við bert at syngja løg hjá honum.
Sambært Ekstrablaðnum, so fara teir átta luttakararnir at syngja hesar Michael Jackson-sangir:
Luttakararnir hjá Remees:
Jesper: ´Say Say Say´
Anna: ´Whatever Happens´
Tine: ´Earth Song´
Luttakararnir hjá Pernille:
Thomas: ´Man in the Mirror´
Daniel: ´Black or White´
Luttakarnir hjá Soulshock:
In-Joy: ´Remember the Time´
8210: ´Wanna Be Startin´ Somethin´
The Fireflies: ´Human Nature´
Lagið ´Whatever Happens´ hjá Annu er av ´Invincible´ útgávuni hjá Michael Jackson 2001, og lagið kann hoyrast á YouTube við at KLIKKJA HER