Anna skal leiða barnaverndarstovuna

Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava í felag sett Onnu Dam, løgfrøðing, í starv sum leiðari á Barnaverndarstovu Føroya.
Anna Dam verður ikki einsamøll á skrivstovuni, sum letur upp í KSF-húsunum í R. C. Effersøesgøtu 30 tann 1. desembur. Umfamt leiðaran verður Hallbjørg Lamhauge, sosialráðgevi og familjuviðgerði, sett í starv at leiða fosturforeldraskipanina og at ráðgeva barnaverndartænasunum í sosialfakligum spurningum.
Hóast skrivstovan ikki letur upp fyrr enn um ein góðan mánað, fer Barnaverndarstovan beinan vegin undir fyrireikandi virksemi.
Barnaverndarstovan skal eitt nú arbeiða fyri at styrkja og samskipa lokalu barnaverndartænasurnar kring landið, umframt vegleiða og ráðgeva hesar. Eisini skal Barnaverndarstovan skipa fyri undirvísing og førleikamenning, umframt skipa og umsita eina fosturforeldraskipan fyri at alt landið.