Anna Sjúrðardóttir 60 ár

Anna Sjúrðardóttir í Hvalvík, ættað úr Porkeri, fyllur 60 ár hin 5 mars.

Anna hevur verið nevndarlimur í Hvalvíkar missiónshúsið í yvir 20 ár og hevur gjørt eitt stórt arbeiði í meinigheitini, og nú hon leggur frá sær, verður stórur saknur í henni.


Hon hevur verið skrivari og havt skil á roknskapinum við kønari hond. Anna hevur arbeitt í banka í nógv ár, so tað fellur henni lætt við tølum. Eisini hevur Anna trúføst røkt sunnudagsskúlaarbeiði saman við øðrum øll hesi árini


Seinastu mongu árini hevur hon arbeitt innan eldraøkið og hevur tikið sær útbúgving sum heilsurøktari.


Vit í nevndini fyri missiónshúsið vilja við hesum takka tær, góða Anna, hjartaliga fyri tað stóra arbeiði tú gjørdi fyri húsið, og ynskja tær og familju tín hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og Harrans ríku signing fyri framtíðina.


Heilsan 


Nevndin fyri Hvalvíkar missiónshús

Kirstin Jacobsen, form.