Anna saknar X-Factor

Anna Nygaard vildi fegin roynt seg á X-Factor pallinum enn einaferð, um tað bar til, men fyri hana er tað eisini stuttligt at síggja onnur royna seg í kappingini. - Tað er løgið at hyggja eftur X-Factor, uttan sjálv at verða við. Eg kenni øll fólkini aftanfyri showið, og blívi heilt nostalgisk av at hyggja eftir tí, sigur Anna Nygaard.

 

Tað var í fjør at ein óroynd Anna Nygaard trein á X-Factor pallin og tók danska kongaríkið á bóli. Síðani hevur hon gjørt eina fløgu, og er javnan kring Danmark og Føroyar við nógvum LIVE framførslum.

 

X-Factor er júst byrjað aftur á DR, og Anna dylur ikki fyri, at hon saknar X-Factor lívið.

 

- Tað er eingin loyna, at eg sakni X-Factor, og serstakliga fólkini, sum ein er so nógv saman við, sigur Anna Nygaard.