Fyri aðru ferð er hevur ein kvinna fingið handað prógv sum timburmaður. Hetta hendi í morgun, tá Anna Reinert fekk prógv um, at hon er útlærd sum húsasmiður. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kvinna verður útlærd sum timburmaður. Heilt ókent er tað tó ikki, men tá Anna Reinert í morgun fekk sítt prógv á Tekniska Skúla í Tórshavn, er hon bert onnur kvinna, ið fær eitt slíkt prógv í Føroyum.
Men hví fór Anna Reinert at læra til timburmann?
- Eg arbeiddi eitt ár hjá pápa mínum, og so tók eg avgerð um at fara í læru, sigur Anna Reinert.
Ólavur Reinert, pápin, er timburmaður, og hann er ein stór orsøk til, at Anna tók stigið. Hvussu var so hjá Annu at vera einsamøll høna millum allar hanarnar?
- Tað hevur verið eitt sindur avbjóðandi, men tað hevur heldur ikki verið so galið, teir hava farið væl við mær, sigur Anna Reinert, sum kortini viðgongur, at prátið viðhvørt hevur verið sum í messuni umborð á skipi.
Hamarin verður kortini ikki tað fyrsta, sum Anna Reinert tekur í hond.
- Eg havi søkt inn til byggiteknikara, so tað ætli eg mær at royna, sigur Anna Reinert.
Fyrsta kvinna, sum fekk prógv sum timburmaður í Føroyum var Margit Eltør, sum fekk sítt prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík í 1990.