Bæði Kyndil og VÍF hava 19 stig undan dystinum í kvøld. H71 liggur á øðrum pláss við 20 stigum. Vinnarin í kvøld leggur seg sostatt á annað plássið.
Bæði Kyndil og VÍF stríðast við at vinna sær pláss í FM finaluni. KÍF tykist hava sett seg tung á fyrsta plássið, so sannlíkt er, at VÍF ella Kyndil mugu vinna sær annað plássið í landskappingini fyri at sleppa í FM finaluna.
Kyndil mundi fingið ein skelk, tá teir fríggjakvøldið vóru tvey mál frá at missa stig í dystinum móti Team Klaksvík, sum framvegis einki stig hevur. VÍF var fyri óvæntaðum ósigri í Vestmanna um sunnudagin, tá Neistin í evstu løtu vann 31-30 við brotskasti.
Tí bendir okkurt á, at talan er um tvey lið, ið ikki eru leikliga á toppinum í løtuni.
Atlantic Airways deildini:
Kyndil VÍF (19.30) Beinleiðis á Rás2
Støðan:
1. KÍF 27(Stig)
2. H71 20
3. VÍF 19
4. Kyndil 19
5. StÍF 17
6. Neistin 12
7. Team Klaksvík 0