Fantastiskt 2. páskakvøld verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har áhugafelagið FGF skipar fyri dansi í kvøld. Tað er vælumtókti bólkurin Flower Power, ið spælir alt tað góða frá 60, 70´unum v.m.: Beatles, Rolling Stones, Cat Stevens, Bob Dylan, Shaddows, Procul Harum, Focus, Pilot, ELO, Eric Clapton, Chicago, 10 CC, Elton John, ja, you name it!
Alt hetta og nógv gott afturat kanst tú hoyra í Mentanarhúsinum í kvøld tann 9. apríl, tá ið framúrskarðandi tónleikabólkurin Flower Power ferð á pallin.
Teir ið splæla við Flower Pover eru allir royndir tónleikarar úr Eysturoynni. Teir eru kendir frá bólkum sum t.d.Absurdy Fair, Taxi, Kíkar, Moira og nógv moyra: Jónsvein Eliassen hammond, keyboard og sang, Kaj Johannesen trummur og sang, Magnus Jacobsen gittar, klaver og sang, og Jákup Olsen bass.









