Anna og Sjúrður: Ikki neyðugt at týða til føroyskt

Fólkatingið er tingið hjá Danmark og dønum, og har verður tosað danskt

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú formansskapurin í Fólkatinginum hevur boðað frá, at tað fer at kosta 200 milliónir krónur um árið at týða alt í Fólkatinginum til føroyskt og grønlendskt.

– Eg havi ikki tørv á tí, men eg kann jú ikki útiloka at onkur kemur aftaná meg, sum ynskir at tosa føroyskt á røðarapallinum. Og tað haldi eg vit eiga at hava møguleika fyri. Men at umseta alt tilfar frá donskum til føroyskt, haldi eg verða púra óneyðugt, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Sjúrður Skaale vísir á, at vit tosa føroyskt í Løgtinginum á sama hátt, sum tað verður tosað danskt í Fólkatinginum. Hann heldur tað tí ikki vera neyðugt at umseta alt tilfarið til føroyskt.