Anna og Sjúrður fáa nú pengar til tulk

Føroysku fólkatingsumboðini, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, fáa nú pengar frá Fólkatinginum til tulkatænastu

Tað skrivar Fólkatingið í tíðindaskrivi í morgun. Fólkatingslimir úr Føroyum og Grønlandi kunnu nú fáa eitt ískoyti upp á 67.000 krónur um mánaðin til umseting og tulking.

– Vit hava nú fingið tað formliga upp á pláss, so fólkatingsumboð, sum eru vald í Føroyum og Grønlandi hava møguleika at tosa teirra egna móðurmál í Fólkatingssalinum, sigur formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade, í tíðindaskrivinum.