##med2##
– Eg kundi ikki funnið upp á at borið meg at soleiðis, sum Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, bera seg at á Fólkatingi.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í flokkinum, sum Sjúrður Skaale er valdurá Fólkating fyri, Javnaðarflokkinum.
Jóannes Eidesgaard sat eitt skeið á Fólkatingi frá 1998 til 2001.
– Tey eru regulerir biddarar á veiðuferð, segði Tórbjørn Jacobsen, sum heldur, at fólkatingsumboðini eiga at verða tikin av sum skjótast.
– Hjá dønum snýr tað seg um at pumpa so nógvar pengar sum gjørligt inn í koloniina fyri at binda hana at sær, segði hann.
Í sendingini »Stjórnin« á FM1 í dag, vóru fólkatingsumboðini til umrøðu, eins og aktuellu russaraviðurskiftini í Føroyum.
– Hetta er moralskt fordekt og líkist svartasta eviga ongum. Hetta eru tvey fólkatingsumboð, sum ganga við lakktaskuni, tey eru reinar politiskar skøkjur, segði Tórbjørn Jacobsen.
Fyrri partur í sendingini snýr seg tó um fiskiveiðisáttmálan við Russland, um danska trýstið um at fáa føroyingar at sleppa sáttmálanum og um russisku skipini í Føroyum.
Panellutakarar í dag vóru vóru Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen.
Trýstið á pílin omanfyri og hoyrið sendingina, sum Árni Gregersen skipar fyri.