Anna og Niclas Akraberg Poulsen gullbrúdleyp

Fríggjadagin 26. mai hava Anna og Niclas Akraberg Poulsen í Porkeri verið gift í hálvt hundrað ár.

Tey bæði hava búleikast ymsa staðni kring landið. At tey hava flutt eitt sindur kemst av, at tað hava verið boð eftir Niclasi í sambandi við arbeiði hansara sum politistur.
                 Anna er fødd 11. august í 1934 og ættað úr Porkeri. Foreldrini hjá henni vóru Petra og Juul Sundberg. Tey fingu trý børn: Mikkjal, Mimy og Anna. Mikkjal býr í Vági og Mimy niðri.
                 Sum ung arbeiddi Anna á ellisheimið í Keypmannahavn. Eftir at børnini vóru undankomin, var hon í Skálabúðini.
                 Niclas er føddur 1. desember í 1933. Hann er ættaður úr Akrabergi, har pápin, Niclas, var fýrmeistari. Bæði hann og konan, Mia, vóru úr Sumba. Tey fingu átta børn: Pól Jóhannes, Jákup, Brynhild, Hjørdis, Anna, Pauli, Niclas og Herborg. Pól Jóhannes, Hjørdis og Anna eru farin. Jákup býr í Leynum, Brynhild og Herborg búgva í Sumba, og Pauli býr niðri.
Niclas fór í læru sum maskinsmiður á hvalastøðini í Lopra. Læruplássið varð tikið undan honum, tá ið hvalastøðin var niðurløgd. So arbeiddi hann sum vitapassari í Akrabyrgi. Í 1959 kom Niclas í sambandi við politiið, og tað var her, at lívsstarvið hjá honum varð, og tað var í lívsstarvinum hjá honum, at tey bæði  Anna og Niclas  búðu ymsa staðni kring landið. Alla staðni, har tey komu, megnaðu tey væl at seta seg inn í umstøðurnar og at finna sær vinir og kenningar.
Løgreglan hevði verið kommunal, men tá ið Niclas 1. juni í 1959 fór til Klaksvíkar sum politistanæmingur, var løgreglan fyri stuttum farin undir statin. Hetta var 1. juli í 1958. Broytingin bar við sær, at løgregluliðið vaks. Niclas kom til Klaksvíkar, har danir høvdu verið síðani læknastríðið. Hann var eisini í skúla í Keypmannahavn eitt stutt skifti, og so arbeiddi hann í Klaksvík fram til 1965.
Fyri politiið og fyri klaksvíkingar og norðoyingar kom tað væl við, at teir fingu føroyskar politistar, sum vóru sáttligir, frytnligir og fyrikomandi  og samstundis høvdu  stóran nátúrligan myndugleika. Umframt Hilmar Thomsen, sála, verður her hugsað um Niclas og Hjartvard Skálagarð, sum eisini kom til Klaksvíkar í 1959.
                 Eingin politistur var á Skálafjørðinum um hetta mundið. Økið varð røkt úr Fuglafirði, har tað bæði var sýslumaður og politistur.
Í februar 1965 varð Niclas settur í politistastarv í Runavík. Støðin var í húsunum hjá Óla Christian Danielsen, og Niclas hevur sagt frá, hvussu vítt økið var at fara um. Honum dámdi væl at ferðast úti millum fólk, men tað sigur seg sjálvt, at tað var stór uppgáva, tá ið havt verður í huga, hvussu vegirnir og samferðslu- og samskiftisumstøðurnar vóru tá.
Nógvu tey seinastu árini í politinum vóru leiðsluuppgávur litnar Niclasi til. 1. februar í 1970 varð hann settur í starv sum støðleiðari í Klaksvík, og har var hann inntil 15. august í 1975, tá ið hann gjørdist varaleiðari fyri støðleiðaran í Havnini. 1. oktober 1988 gjørdist Niclas fyrsti føroyski politiinspektørurin. Tað vil siga, at hann undir fútanum hevði høvuðsábyrgdina av politinum í Føroyum. Á nýggjárinum í 1997 fór Niclas frá við eftirløn.
Tá ið Niclas gjørdist politistur, høvdu Anna og hann longu verið gift í trý ár. Luturin hjá Annu gjørdist at bakka mannin upp í hansara starvi, sum var 24 tímar um samdøgrið og sjey dagar um vikuna  eisini á jólum. Hon syrgdi fyri, at baklandið var í lagi, og hon myndaði trivnaðin, hugnan og friðin, sum altíð hevur eyðkent tað bæði.
Anna og Niclas eiga fýra børn. Bjarma býr í Klaksvík, Niels Juul býr í Runavík, Bjørg býr í Havnini, og Niclas býr í Vági. Tað vil siga, at Anna og Niclas hava familjusamband við plássini, har tey í embætisørindum hava búð. Umframt børnini hava tey fostrað upp Sonju, sum er systirdóttur Niclas. Hon býr á Skála. Anna og Niclas eiga fjúrtan barnabørn, og í næsta ættarliðnum eru átta komin higartil.
Niclas var 63 ára gamalur, tá ið hann gavst sum politiinspektørur. Tá fluttu tey til Porkeris at búgva. Tey hava øll árini havt trøð og seyð í Akrabyrgi, og nú er høgligari at røkta, enn tað ofta hevur verið. Tey bæði hava verið aktiv í pensionistafelagnum í Suðuroyar sunnaru helvt og landsfelagnum. Anna hevur kvøldskúla í seyming, og Niclas gongur í kvøldskúla, har hann nýtir síni góðu handligu evni.
Stóri dagurin verður hildin heima við hús leygardagin, tá ið øll eru vælkomin at heilsa upp á tey bæði millum klokkan 13 og 18.