Anna og Lisa spæla á Planet Awards

Lisa í Dali og Anna Faroe fara eisini at hava live-framførslur til Planet Awards, sum verður hildið í kvøld.

 

Planet Awards 2011 verður hildið í Garðinum – fyrr Deep - í Havn í kvøld kl. 21.00.

 

Planet Awards er tiltak hjá Miðlahúsinum, sum heiðrar tey bestu í føroyskum tónleiki. Heiðurslønir verða lætnar til eitt nú ársins bólk, sangarar, songkvinnu og sang. Tilnevningarnar eru gjørdar av eini dómsnevnd, sum síðani saman við sms-atkvøðum velir vinnaran millum tey tilnevndu.

 

Umframt handanir av heiðurslønum, fara eisini nøkur av teimum, sum hava verið nógv frammi í hesum árinum, at spæla live.

 

Tá er longu kunngjørt, at framførslur verða við Páll Finnur Páll, Lenu Anderssen, Høgna Reistrup, Jákup Eli Joensen og Una Debess. Harafturat fara eisini tvær songkvinnur, Lisa í Dali og Anna Faroe, at hava framførslur.

 

Eftir handaninar verður afterparty, har Páll Finnur Páll spæla og DJ spælir dansitónleik út á náttina.

 

Atgongumerki til Planet Awards kunnu keypast í Tutl í Havn. Atgongumerki verða bert seld í forsølu – eingin søla verður við dyrnar.

 

Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum í kvøld.