Anna og Dánjal gevast sum lærarar

Almenn hátiðarhald verða hildin í skúlunum í Eysturkommunu, ávikavist í Gøtu og Leirvík seinnapartin í dag og í morgin.

 

Tað er í dag, mikudagin 20. juni klokkan 17 og í morgin, 21. juni klokkan 16, at almenn hátiðarhald verða hildin í skúlunum í Eysturkommunu, ávikavist í Gøtu og Leirvík.

 

Høvi til fráfaringarhaldini er, at tveir lærarar í kommununi, Anna Thomsen og Dánjal Eysturstein, nú gevast sum lærarar í Gøtu og Leirvík.

 

Fráfaringarhaldið fyri Onnu Thomsen verður í skúlanum í Gøtu, og fráfaringarhaldið fyri Dánjali Eysturstein verður í skúlanum í Leirvík.

 

Í Eysturkommunu siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin til haldini - í dag klokkan 17 í Gøtu og í morgin klokkan 16 í Leirvík.