Summartónar eru kring landið, eins og hvørt summar seinnu mongu árini. Konsertir eru kring landið, eisini har, ið framførslur ikki eru gerandiskostur.
Ein partur av skránni er, at Anna Hudepohl og Angelika Nielsen spæla saman, Anna spælir akkordion og Angelika violin.
Í kvøld klokkan 20 framføra tær báðar í Katólsku Kirkjuni í Havn.











