Anna Nygaard syngur í SMS

Í dag millum klokkan 15 og 17 ber til at hoyra Annu Nygaard syngja í SMS.

Millum klokkan 15 og 17 grillar kokkurin Uni Gullfoss á parkeringsøkinum, har øll hava møguleika at faa ein ókeypis bita. Anna Faroe, sum føroyski X-factor luttakarin kallast, syngur og skrivar autografar, og okkurt gott verður at leska seg við. Eisini er hoppiborg og børnini kunnu fríðka seg við andlitsmáling.