Í kvøld kl. 19.00 verður finalan í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio. Ein av trimum finalistum er fuglfirðingurin Jógvan Joensen. Hann skal kappast við songkvinnuna Emilie Esther og bólkin Iversen, Bang & Neumann.
Eingin ivi er um, at 15 ára gamla Emilie Esther er favorittur í kappingini í kvøld.
- Eg rokni við, at Emilie Esther vinnur í kvøld. Hon hevur yvirraskað ígjøgnum alla kappingina, hon virkar professionell, og so hevur hon nógvar fjepparar. Men í finaluni kann alt henda, og sjálvandi hevur Jógvan eisini ein kjans at vinna., sigur Anna Nygaard, sum áður hevur luttikið í X Factor.
- Eg eri sera glað fyri, at Jógvan skal syngja ein sang hjá Coldplay í kvøld, tí tað passar væl til hansara stíl, men eg eri eitt sindur stúrin fyri, at hann skal syngja saman við bólkinum Ulige Numre. Teir eru fantastiskir og minna um Jógvan, men teir syngja bert á donskum, og tað verður ein nýggj avbjóðing hjá Jógvani. Eg gleði meg at síggja, hvussu hann fer at klára tað, sigur Anna Nygaard.
Hon er imponerað av, hvussu væl Jógvan Joensen hevur staðið seg í kappingini.
- Jógvan hevur verið sannførandi, og hann hevur verið niðri á jørðini gjøgnum alla kappingina. Eg hopi tað allarbesta fyri hann í kvøld, sigur Anna Nygaard.








