Um vikuskiftið var LIVE tónleikur at hoyra í Mika, og púra óvæntað, tók unga songkvinnan áhoyrararnir á bóli við sínum heldur stillisliga tónleiki. Hon er neyvan heilt ókend á føroyska tónleikapallinum, hóast hon ikki hevur verið at hoyrt síðani hennara stóra sigur á Ársins Songrødd 2008, tá ið hon nevniliga fekk sungið seg til eitt fyrsta pláss í kappingini.
Men leygarkvøldið var unga songkvinnan Anna Nygaard aftur at síggja á palli, og hesaferð var tað undir hitalampunum á nýggju barrini Mika.
Við hennara feilfríu og sterku rødd, megnaði unga songkvinnan at bergtaka áhoyrararnir so mikið nógv, at hon helst fekk alla mannamúgvuna í tí stúgvandi fullu barrini at syngja við til hennara ókendu og stillisligu løg.
Vónandi verður meira at hoyra frá ungu songkvinnuni í framtíðini ? undir øllum umstøðum kemur tað allarhelst flestu føroyingum til gagns, at hoyra hennara djúpu tekstir, sungnir við sterkari og rúgvismiklari rødd.









