Tá Anna Faroe var gestur á Aftenshowinum hjá DR mikukvøldið, skuldi hon eftir ætlan framføra ?Midsommervisen?, sum altíð verður sungin á Skt. Hans. Men Anna noktaði at syngja. Ístaðin fyri at syngja midsommervisen, so sang hon heldur ein av sínum egnu sangum. Tað veit bt.dk
BT endurgevur Annu fyri at siga, at hennara trúgv sum Jehova vitni loyvir henni ikki at flirta við tí okkulta.
- Tað vildi verið skeivt av mær at gjørt. Um eg sang Midsommervisen, vildi eg kent tað sum, at eg hátíðarhelt Skt. Hans. Og tað havi eg aldri gjørt. Tað gera Jehova Vitni ikki, og eg havi als ikki hug til tað, sigur Anna Nygaard sambært BT.
Á Skt. Hans er vanligt at brenna eftirgjørdar heksir á báli.










