Tvøroyrar kommuna hevur sett Onnu P. Mortensen í starvið sum leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri. Anna byrjar í starvinum 1. mars. Tvøroyrar Kommuna sigur, at Anna hevur royndir innan fyrisiting og leiðslu frá egnum virki, er kreativ og nýhugsandi í sínum arbeiðsætlanum í ungdómshúsinum og tiltøkunum, ið har skulu vera.
Anna P. Mortensen er útbúgvin handarbeiðslærari og hevur starvast sum sniðgevi og virkisleiðari í egna virkinum PAU og síðani sum virkisleiðari í egna virkinum AnnaPAU. Anna hevur eisini undirvíst í handarbeiði í 10. flokkum og í kvøldskúlanum á Tvøroyri. Harumframt hevur Anna fingist við at skriva blaðgreinar o.a. fjølmiðlaarbeiði.










