Annað meistaraheitið til Sundabátin

Sundabáturin hevði longu tryggjað sær annað meistaraheitið í søguni undan ólavsøkuróðrinum, men ólavsøkuaftan settu teir eitt flott punktum fyri einum flottum kappingarári, tá teir eisini vunnu ólavsøkuróðurin

KAPPRÓÐUR

 

Hetta er bert fimta árið, at Sundabáturin er við í FM-kappingini hjá 6-mannaførum við monnum, men longu nú hevur báturin skapt sær eitt rættiligt navn í føroyskum kappróðri.

Fyrsta árið, sum var í 2003, gekk ikki so væl hjá Sundabátinum, men longu árið eftir endaðu teir á ovastu rók í FM-kappingini, har serliga Jarnbardur gav teimum harða kapping.

Árið 2005 var ikki so gott hjá Sundabátinum. Hann megnaði ongantíð at enda á heiðursmerkjaplássi, fyrrenn hann á ólavsøkuni vann silvurheiðursmerkini. Hetta gjørdi eisini, at hann bleiv nummar trý í samlaðu FM-kappingini.

2006 gjørdist tó aftur eitt gott ár hjá Sundabátinum. Nú var báturin norðan úr Sundi aftur við heilt frammi í FM-kappingini, men hann hevði tó ilt við at koppa sterku manningini umborð á Sølmundi. Eina ferð eydnaðist Sundabátinum at steðga Sølmundi undan ólavsøkuróðrinum, men á ólavsøku bar tó aftur til. Tá vann Sundabáturin ein sera spennandi róður í kapping við Sølmund, so síðani Sundabáturin bleiv bygdur, hevur manningin gjørt sær tað til vana, at fáa góð úrslit á ólavsøku.

 

- Hetta er sakin

Undan ólavsøkuróðrinum hesa ferð hevði Sundabáturin longu tryggjað sær meistaraheitið, men hetta var ikki nokk hjá teimum. Teir vunnu nevniliga eisini ein tryggan sigur ólavsøkuaftan, og sostatt fóru tvey gullheiðursmerki norðan til Hvannasunds og Norðdepil eftir ólavsøkuróðurin í ár.

Eftir róðurin fingu vit orðið á Høgna Eliasen, sum rør við Sundabátinum.

- Eg veit ikki heilt hvat eg skal siga. Hetta er sakin. Ótrúliga gott, segði Høgni, tá vit fingu orðið á hann.

- Tað hevur gingið super í ár. Vit hava vunnið næstan allar róðrarnar, so hetta hevur verið ordiliga gott.

Høgni helt annars, at róðurin gekst væl á ólavsøku.

- Tað gekk, sum tað skuldi. Hetta var júst, sum vit høvdu planlagt. Tað sæst eisini aftur í róðrinum, tí vit vóru langt framman fyri. Serliga aftan á molan vóru vit langt framman fyri hinar bátarnar.

At enda spurdu vit Høgna, um Sundabáturin bara hevði verið nógv sterkast í ár.

- Eg veit ikki heilt. Vit eru í øllum førum góðir í ár. Tað haldi eg, segði Høgni Eliasen at enda við einum smíli.