Gullið skifti ongantíð hendur á seinasta leikdegnum og tí var dramatikkurin ikki eins stórur, sum hann hevur verið okkurt annað árið. EB/Streymur skoraði upp á tey røttu tíðspunktini, men skuldi helst havt avgjørt áðrenn tað bleiv dekan og spennandi fyri teir veikastu EB/Streyma sálirnar.
Seinast EB/Streymur fekk gullheiðursmerki um hálsin í landskappingini var í kolandi ódn við Margáir í 2008. Tá mátti seinasti dysturin móti HB avblásast. Hesa ferð vóru umstøðurnar so góðar sum tær nú eina ferð kunnu.
Arnbjørn skarpari enn Klæmint
Tað gingu bara nakrir fáir minuttir, so legði Arnbjørn Hansen EB/Streym á odda. Hann skræddi seg leysan frá verjuni og skoraði trygt. Men eins og í fjórð seinasta umfari móti KÍ, so misti EB/Streymur tamarhaldi á dystinum.
NSÍ kundi bæði havt lagt seg á odda stutt frammanundan og løtu seinnii. Tað var eisini fult uppiborið, tá Debes Danielsen miðskeiðis í fyrra hálvleiki við góðum skoti javnaði fyri NSÍ.
Klæmint Olsen hevði tveir risa møguleikar at leggja NSÍ á odda, men landsliðsframherjin hevur ikki eins tryggur og fyrr í ár frammanfyri málinum. Tað skulu Sundalagsmenn verða ótrúliga glaðir fyri.
Stutt fyri hálvleik er Arnbjørn aftur upp á spæl. NSÍ málverjin megnaði ikki at halda bóltinum og so var framherjin skjótur at leggja EB/Streym á odda, sjálvt um tað var alt annað enn uppiborið.
«Vit lata okkum trýsta ov nógv og eri eitt vet ov bangnir í onkrum støðum. Teir hava tveir risa møguleikar, sum teir so brenna, men vit skulu verða glaðir fyri at vit vóru á odda í hálvleikinum. Tað var nokk ikki uppiborið, men vit hava ein áleypara, ið skorar, ásannar Egil á Bø.
Eisini Pætur Dam Jacobsen heldur, at NSÍ var omaná í fyrra hálvleiki, men at tað er sermerkt fyri eitt vinnaralið at kunna spæla illa og verða á odda.
«Eg haldi ikki vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, men eg haldi tað eyðmerkir eitt vinnara lið, at teir kunnu spæla illa og framvegis verða á odda. Vit eru á odda í hálvleikinum og so skuldu vit bara koyra tað heim í seinna hálvleiki, sigur Pætur Dam Jacobsen.
NSÍ vil ikki geva upp
Hóast EB/Streymur bara nakrar fáar minuttir inn í seinna hálvleik kemur upp á 3-1 við máli, sum Pætur Dam Jacobsen skorar, so heldur spenningurin sær.
Eftir málið blivur tað nakað opið í verjupartinum hjá NSÍ og Arnbjørn skuldi helst havt økt um leiðsluna einar tvær ferðir, emn antin bjargaði ungi málmaðurin hjá NSÍ, ella rakti Arnbjørn ikki málið.
Fimm minuttir fyri tíð megnar innskifti Jens Joensen at minka um munin fyri NSÍ. Eina løtu runnu minnini frá 2006 helst fram fyri onkrum av leikarunum og EB/Streyma viðhaldsfólkunum.
«Eg hevði nervar seinastu løtuna. Teir hava jú Klæmint har frammi og hann er vandamikil áleypari og tú veist aldrin við honum. Men vit hava havt eina góða verju í ár og vit hava trúð upp á teir. Verjan klára tað eisini fyri okkum í dag, sigur Hans Pauli Samuelsen.
Fyri Sorin Anghel var tað týdningarmikið, at menn ikki fóru í panikk.
«Eg var skiftur út, tá NSÍ minkar um munin til 3-2, men eg segði við teir á bokinum at vit máttu ikki fara í panikk, men verða róligir, tí vit føra framvegis 3-2, sigur Sorin Anghel.
EB/Streyma liðið velur at leggja seg longur aftur og á miðvøllinum verður ikki runnið eins nógv framvið seinastu løtuna, tí nú skal bara haldast fast um leiðsluna.
«Eg hugsaði meiri um at vit máttu lukka, so teir ikki fingu fleiri mál. So tað var ikki runnið so nógv framvið seinastu løtuna, staðfestur Pætur Dam Jacobsen.
Seinasta bríkslið
Lars Muller legði tríggjar minuttir afturat og í yvirtíðini hevði Klæmint eina skot roynd, men Rene hevði tamarhald á støðuni. Boðini úr Fuglafirði vóru, at einki mál var komið, men alíkavæl vóru tey flestu viðhaldsfólkini úr sundalagnum heldur spent seinastu løtuna.
Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð kundu viðhaldfólk, hjálparfólk og leikarar fegnast um næsta meistaraheitið hjá felagnum í søguni.
Handanin fór fram frammanfyri felagshúsið og tað var sjálvsagt liðskiparin og aldursforsetin á liðnum, Egil á Bø, sum lyfti FM steypið um høvd sum endaliga prógvið fyri at EB/Streymur er FM vinnari 2012.
Sosialurin ynskir EB/Streymi hjartaliga til lukku við gullinum.