Anna Louisa er úr Skálafirði og giftist við Jacob Paula Jacobsen, sum var ættaður av Skansa í Syðrugøtu. Tey fluttu í nýggj hús í Skálafirði í 1949. Jacob Pauli hevði sera gott handalag og bygdi húsini sjálvur.
Jákup Pauli var sjómaður tey fyrstu árini, til hann fekk starv á Skála Skipasmiðju, har hann arbeiddi, til hann gjørdist sjúkur. Hann andaðist 8. juni 1993, 78 ára gamal.
Anna Louisa hevur altíð verið sera røsk og eitt satt konubrot. Tey árini maðurin sigldi, og børnini vóru smá, ordnaði hon alt arbeiði heima, hon hevði ábyrgd av børnunum, passaði hús og heim og seymaði og bant klæðir til børnini. Eisini høvdu tey kúgv og seyð, eins og torv, sum eisini skuldi fáast til høldar. Anna Louisa átti tilsamans 12 børn, har av tvey vóru deyðfødd. Hon verður 86 ár í hesum mánaðinum, hon er framvegis virkin og væl fyri.
Vit kunnu nevna at fyrsta barnið, sum varð føtt í ár var ein langommusonur hjá Onnu Louisu.
1.
Anna Louisa Jacobsen saman við sínum 10 børnum. Aftara rað f.v.: Jonna Jacobsen, Skálafjørður, Jóan Pauli Jacobsen, Skálafjørður, Paula Hansen, Skálafjørður, Hanus Jacobsen, Skálafjørður, Liljan Chung, Skálafjørður, og Arnfríður Jacobsen, Skálafjørður,
Fremra rað f.v.: Kala Lamhauge, Rituvík, Ida í Kálvalíð, Tórshavn, Anna Louisa Jacobsen, Skálafjørður, Hertha Joensen, Strendur, og Simona Pattinson, Funningsfjørður