Anna Nygaard, sum gjørdist kend eftir at enda á einum 5. plássi í X-factor fyri tveimum árum síðani, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum, og hevur hon eitt nú givið sær stundir til at veita James Olsen, sum í næstu viku skal syngja fyri X-factor-dómarunum, nøkur góð ráð.
- James er framligur, tað vita tey flestu í Føroyum. Í einari slíkari kapping, har fólk ikki kenna hann, er tað umráðandi, at hann er eyðmjúkur og skal vísa seg frá síni bestu síðu, um ein kann siga so, brosar Anna, tó álvarslig.
- Tað er tað, hann skal koyra uppá. Hann hevur jú eina fantastiska lívssøgu, sum er góð til X-factor, og ikki minst eitt fantastiskt talent, heldur Anna Nygaard, sum er á vitjan í Føroyum saman við manni sínum, Mads. Við sær hava tey fimm vikur gamla sonin, Sigurð, sum tey nú vísa fyri familjuni her heima.
James Olsen skal fyrst í komandi viku syngja fyri dómarunum í X-factor, og metir hann hesi ráðini frá Onnu koma honum til góðar.
- Eg royni at súgva alt til mín, sigur James.
Nakrir aðrir føroyingar eru eisini við í X-factor hesaferð. Teir, sum vit vita um í løtuni, eru Bjarni Jøkladal, Janus Wiberg Mortensen og Maria M. Lindenskov.
(Mynd: Sára Juul Heinesen, starvsnæmingur)










