Annað lív í Stóru Dímun

Jóhan Petur Olsen og Linda Sørensen av Argjum tóku fyri jól í fjør eina stóra avgerð: At flyta út í Stóru Dímun at arbeiða – hann sum húskallur; hon sum bóndakona.
- Her er heilt ótrúliga gott at vera. Her fáa vit alt tað sum vit væntaðu og seta prís uppá - frið, avstressing og ró, siga tey bæði í samrøðu við Sosialin.

- Brúka tit mjólk útí drekkað?!
Vit sita við borðið í øðrum bóndahúsinum á Stóru Dímun. Linda hevur júst sett ein drekkamunn á borðið til mannin, Jóhan Petur og umboðini fyri tíðindatænastuna.
Koppar, tallerkar, nýbakað kaka er á borðinum í hugnaliga og heimliga køkinum. Men eingin mjólkarpakki. Tað er heldur ikki neyðugt.
Í fjósinum eru fleiri mjólkineyt, sum kundu veitt okkum ein dropa av mjólk í drekkamunnin. Men tað er ikki neyðugt í dag, tí eingin brúkar útí!
- Ja, hetta er annað lívið, sigur Linda við einum stórum brosi.
Tað krevur sína tíð at venja seg við lívið á útoyggj. Men slíkt kann altso gerast eftir trimum vikum. Tað er tann nýggja familjan í Stóru Dímun prógv um.

Heit køka
At taka eina so stóra avgerð, sum at fara úr stórbýnum og til eitt so fjarskotið stað, er ikki ein slík, sum verður tikin yvir náttina.
- Ja, tað var hin húskallurin, Jógvan Jón sum byrjaði at tosa við meg um hetta fyri eini tveimum árum síðani. Hann luftaði tankan, men vit komu ikki nærri hesum tá.
- Vit hildu sjálvandi, at tað verið stuttligt at farið út her, men hetta hevði sjálvandi kravt nógva fyrireiking frammanundan, greiðir Jóhan Petur frá.
Meðan hann tosar við Sosialin, stákast Linda við at gera ein góðan drekkamunn í hugnaliga køkinum her í bóndans garði. Løtu seinni er nýbakað kaka og kaffi á borðinum.
- Eg skal siga tær akkurát sum er: Kakan var liðug í somu løtu sum tyrlan lendi. So hon er tí heit enn, sigur Linda.
Genturnar báðar – Rebekka (5 ár) og Rannvá (3 ár) fara beina leið innar í stovuna, har leikur teirra eru – og ein heingikoyggja, sum tær hugna sær óført við.
Alt bendir á, at tey fýra hugna sær herúti. Tað er ikki á hvørjum degi, at tey fáa slíkar gestir í oynna.

Ikki gerandistilboð
Lívið og bóndalívið á Stóru Dímun er als ikki ókent fyri tey bæði.
Bæði Jóhan Petur og Linda hava verið í Stóru Dímun fleiri ferðir áður, tí Linda sjálv er í familju við bóndahjúnini í oynni.
Eftir at Jógvan Jón trúliga hevði heitt á tey um at koma út, hugsaðu tey um tað eina tíð. Stutt undan jólum í fjør tóku tey so endaligu avgerðina.
Tað er helst so sum Linda sigur:
- Slík tilboð og slíkar avbjóðingar er ikki nakað sum ein fær gjøgnum dyrnar hvønn dag. Vit kundu ikki annað enn siga ja.
- Vit máttu simpelthen bara royna tað. Gjørdu vit tað ikki nú, eri eg heilt vís í at vit høvdu angrað tað restina av lívinum!

Veddaðu
Tey høvdu upprunaliga hugsað um at royna okkurt heilt annað, onkra heilt aðrastaðni í eina tíð. Einasta treytin, tey sjálvi settu sær var at hetta skuldi vera mennandi, og at tey sluppu at prøva seg av, undir heilt øðrum umstøðum enn teimum kendu á Argjum.
Tað er júst hetta, sum tey longu nú hava upplivað, hóast tey bert hava verið her í góðar tríggjar vikur. Hetta er kanska eitt sindur í mótstríð við tað, sum summi fólk annars hildu um avgerðina.
- Tja, tað var onkur, sum skemtandi helt fyri, at hann ætlaði at vedda við okkum um, hvussu leingi vit hildu út at verða her.
- Vit ætla so okkum at verða her fram til 1. mars næsta ár. Tað gleða vit okkum til, sigur Linda.


Vit ERU her
At koma higar í oynna hevur verið ein stór broyting fyri hjúnini. Frammanundan skuldi nógv praktiskt fáast frá hond, millum annað at fáa orlov frá arbeiðsplássunum, útleiga av húsum á Argjum og annað í tí sambandi.
Hesi viðurskiftini lagaðu seg til tað besta fyri familjuna, og fyrst í hesum mánaðinum settu tey fótin á Dímunar-jørð – hesaferð ikki sum gestir, men sum húskallur við familju.
Eftir tríggjar vikur eru tey av sonnum vorðin akklimatiserað, tí sum Linda so rámandi tekur til:
- Vit hugsa als ikki um arbeiðsdagin í Havn longur. Vit ERU veruliga komin herút!

Friður
Alt gott um heimstaðið og lívið har, men her á Stóru Dímun merkja tey – og eiga tey – tann friðin, sum bert fæst á eini slíkari útoyggj.
Frammanundan var eitt øgiligt jag við øllum tí, sum hoyrir til eitt vanligt heim í høvuðsstaðnum, við hópin av føðingardøgum, bindiklubbum, frítíðarvirksemi og 1000 øðrum lutum, ið ein mátti taka støðu til hvønn einasta dag.
- Men nú. Nú duga vit at síggja, hvussu nógv allir hesir aktivitetirnir fyltu í lívi okkara. Vit settu ikki spurning við tað. Vit vóru bara við.
- Nú er friður yvir okkum og vit eru púra avstressað – og tað er alt hent uppá bert tríggjar vikur. Ja, hetta er vanvittiga super skal eg siga tær, slær Linda fast.