Í annaðkvøld verður Annika borgarstjóri

Nýggja býráðið í Havn fer at skipa seg í annaðkvøld

 

Tað verður í annaðkvøld klokkan 20, at nývalda býráðið í Havn, fer at skipa seg.

 

Heðin Mortensen hevur nevniliga nú boðað nývalda býráðnum til fundar at velja borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndir.

 

Eftir lógini er tað fyrstvaldi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur, og tað er Heðin Mortensen. Tað skal gerast í seinasta lagi nýggjársaftan.

 

Og tað er greitt, at hendir ikki okkurt heilt óvæntað, verður tað Annika Olsen, sum verður vald til borgarstjóra í annaðkvøld í eini samgongu ímillum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Varaborgarstjóri verður Gunvør Balle úr Tjóðveldi.