Anna klár týsdagin

Anna Müller Jacobsen verður helst aftur at síggja á flogbóltslandsliðnum týsdagin. Hon hevur ikki verið við til tann fyrsta dystin, tí hon beklaði fótin bert eina lítla viku áðrenn liðið skuldi til oyggjaleikirnar

Guernsey: Tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu sín fyrsta dyst sunnudagin, var Anna Müller Jacobsen, ikki at síggja á vøllinum.
Hetta komst av, at næstseinasta leygardag, beklaði landsliðsleikarin fótin so illa, at hon ikki varð klár til dystin sunnudagin.
? Eg beklaði fótin undir venjing. Skuldi leypa um at smasja, men so kom fóturin í stólpan ella í holið har, og eg beklaði. Men seinastu dagarnar havi eg verið til ultraljóð og fysioterapeut hvønn dag, og tað hevur hjálpt væl, so eg verði kanska klár týsdagin, sigur Anna í stuttari viðmerking.
Týsdagin skal føroyska flogbóltslandsliðið spæla tveir dystir ímóti ávíkavist Cayman oyggjunum og Hitra.