Anna Kirstin, sum vann serliga planet heiðurin í ár fyri sítt tónleikaliga avrik, fer nú undir at bjóða suðuroyingum at læra at dansa. Hetta er ikki nakað óvanligt fyri Onnu Kirstin, tí hon hevur undirvíst í dansi í mong ár. Eftirspurningurin hevur altíð verið stórur, og Anna Kirstin hevur ferðast víða um í landinum, við tí fyri eyga, at læra føroyingar at dansa. Nú er møguleiki aftur fyri læra at dansa, og hesuferð er talan um undirvísing á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Tey sum ynskja vita meira um dansiskeiði hjá Onnu Kirstin, kunnu fara á heimasíðuna hjá Seglhúsloftinum www.tfthomsen.fo.