Hóast sín høga aldur er Anna enn byrg og fylgir væl við, hvat fyriferst í samfelagnum.
Anna er fødd og uppvaksin á Sandi og er tann elsta av fimm systkjum. Foreldur Onnu vóru Kristina Rasmussen, f. Hentze, og Jógvan Rasmussen í Køk, bæði av Sandi.
15 ára gomul stóð hon í krambúðini á Eldhúsi, ið júst tá læt upp á fyrsta sinni og 18 ára gomul fór hon til Havnar at tæna hjá Vilhelmi Nielsen, ið hevði bilverkstað í Jónas Broncks gøtu.
Í 1940 giftist Anna við Ansgar Jensen koyrilærara og fingu tey 8 børn, fýra gentur og fýra dreingir.
Hon hoyrir til tey, har seinni heimsbardagi hevði stóra ávirkan, og væl dugir hon at greiða tí yngra ættarliðinum frá tí, ið hendi her í Havnini undir krígnum, sum hon sjálv tekur til.
Hóast hon hevur búð meginpartin av lívinum í Havn, tosar hon framvegis klingandi, sjarmerandi sandsmál. Onnur eyðkenni frá heimbygdini eru treiskni, trúfesti og gávumildni.
Anna hevur altíð verið vinarlig og fyrikomandi og havt eitt gott og vinsælt sinnalag.
Gestablídni hevur heldur ikki skortað, og mong eru tey av Sandi, Suðuroy og aðrastaðni bæði nær og fjar, ið hava gist og notið gott av hennara blíðskapi, bæði Yviri við Strond og seinni í Fjósagøtu.
Mamma hevur altíð arbeitt heima, og tað eru vit systkin tær sera takksom fyri.
Spælihugurin hevur altíð verið ógvuliga stórur bæði til bingo, V4 og gekk, og mangir eru vinningarnir, ið hon hevur vunnið.
Í dag hevur hon 13 ommubørn og 23 langommubørn, og øll vitja hana so ofta sum til ber.
Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við hesum stóra degi og eydnu og Guds signing í komandi tíðum.
Føðingardagurin verður hildin í HB-húsinum fríggjadagin 23. februar frá kl. 12-16, og øll eru hjartaliga vælkomin.
JJ









