Annaðhvørt træslag doyr

Veðurlagsnevndin hjá ST sigur í einari nýggjari frágreiðing, at halda broytingarnar í veðurlagnum fram, verður eitt av úrslitunum, at helmingurin av træsløgunum í regnskógarøkinum við Amazonas-ánna doyggja út innan 2050.

Serfrøðingarnir siga, at hækkar meðalhitin á jørðini tvey stig, fer regnskógurin við Amazonas at missa ein fjórðing av verandi træsløgum, og hækkar merðalhitin fýra stig, hvørvur annaðhvørt træslag.

ST-veðurlagsnevndin hevur fyrr mett, at meðalhitin á jørðini fer at hækka millum 1,1 og 6,4 stig í hesari øldini, og nevndin sigur seg ivast í, at tað fer at bera til at steðga hækkingini, so hon ikki fer upp um tvey stig, soleiðis sum fleiri lond hava sett sær fyri.

Men tað er ikki bara hitin, sum kann fáa oyðandi ásvirkan á regnskógin við Amazonas-ánna. Ólóglig træhøgging ger, at stór skógarøki fara fyri skeyti á hvørjum ári. Tað ger, at meiri CO2 fer út í luftina, sum er viðvirkandi til, at hitin á jørðini veksur, og tað er so aftur oyðandi fyri regnskógin.