Anna David hevur júst framført á stóra pallinum, har hon mátti kappast við ógvuliga harða bassin fyri at blíva hoyrd Ein ótrúliga harður bassur yvirdoyvdi stóran part av framførsluni hjá Annu David. Tað er vorðið vátt og nakað av vindi er eisini í Kirkjubø, men Anna David megnaði kortini at fáa hitan í fleiri, ið stóðu framman fyri stóra pallin.
Hon hevði ógvuliga gott samband við áhoyrarnar, sum hon fekk at syngja við og rætta hendurnar upp í loft.
Men alt ov ofta hekk sangur og tónleikur ikki saman, umframt at tað ofta ljóðaði sum um, at alt rann saman í eitt.
Anna David varð kunngjørd sum eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum, men hetta megnaði danska songkvinnan ikki at liva upp til.