Anna hevði bestu røddina

Eingin ivi var hjá dómarunum, tá teir skuldu seta navn á ársins songrødd 2008. Vinnari gjørdist 16 ára gamla Anna Nygaard av Glyvrum Í finaluni sang Anna ?Baby I love you?, sum Aretha Franklin annars gjørdi kendan á sinni. Og hetta gjørdi hon somikið sannførandi, at talan gjørdist um fremsta plássið í kappingini.

Nummar tvey gjørdist Janus Wiberg Mortensen í harðari kapping við nummar trý, sum var Bjarki Hansen.

Umframt eina peningagávu fyri sigurin, fær Anna eisini møguleika at syngja á Summar Festivalinum, sum verður í august mánaði.