Anna Faroe saknar X-Factor vinfólkini

Í hesum døgum hevur X-Factor veitsla verið á skránni, har allir luttakararnir úr øllum umførunum hava verið við á felags “reunion”.

 

-Tað var so stuttligt at síggja øll aftur, sigur Anna, sum staðfestir, at hon saknar X-Factor.

 

Tað er ikki sjálv kappingin ella venjingarnar, sum nú standa eftir í hugaheiminum hjá Annu Faroe. Tað er nevniliga allir vinirnir, sum hon nú hevur fingið.

 

-Eg práti mest av øllum við Tine, sum eg kappaðist við undir X-Factor. Vit báðar eru blivnar góðar vinkonur, sigur Anna.

 

Hon staðfestir, at flest allir X-Factor luttakarar nú eru í gongd við at framleiða egnan tónleik, og eisini Anna Faroe ætlar sær at geva fjepparum nakað nýtt í nærmastu framtíð.

 

Anna Faroe hevur áður sagt við portalin, at X-Factor avgjørt er ein kapping, sum hon viðmælur fólki at melda seg til.

 

Nú lýsir DR1 eisini við, at X-Factor royndir eru á skránni, og tí er tað nú møguleiki fyri at royna seg í kappingini.