Anna Faroe konsert í Føroyum

Føroyska songkvinnan Anna Faroe, sum hevur verið virkin í Danmark, hevur komandi viku konsert í Løkshøll í Runavík. Anna Faroe brakaði ígjøgnum í donsku X Factor kappingini fyri einum ári síðani. Hon gjørdist ein av profilunum í kappingini, og síðani hevur hon eisini givið fløgu út í Danmark og hevur havt nógvar framførslur har.

 

Komandi vikuskiftið verður tað aftur møguleiki at hoyra Anna Faroe á palli í Føroyum. Anna hevur konsert í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið kl. 20.00

 

Anna hevur føroyskan bólk við sær á konsetini, og hon fer millum annað at tríva í sangir frá hennara útgávu.