Tað eydnaðist Annu Nygaard at sleppa víðari í X-Factor kappingini hjá Danmarks Radio. Tað gjørdist greitt, tá Remee og hjálparmaður hansara, Thomas Troelssen, skuldu velja helvtina av teimum tíggju ungu solistunum, sum skulu verða millum fimtan solistar og bólkar, sum sleppa víðari í kappingini.