Tveir dystir hava verið í Hvonn-deildini í dag. Kyndil vann 24-21 á VÍF í høllini í Vestmanna, meðan Neistin leingi stríddist fyri at fáa tamarhald á VB, og vinna 21-18.
Les eisini:(Ljóðsamrøða við Randi S. Wardum, Kyndil)
Í Vestmanna var tað annars VÍF, sum kom best frá byrjan. Tær vóru á odda í 29 minuttir av fyrra hálvleiki, men í seinasta minuttinum kom Kyndil upp á 12-11. Í seinna hálvleiki hevði Kyndil munin og vann.
Les eisini:(Ljóðsamrøða við Beintu Sveinbjørnsdóttir)
Stóri spælarin á vøllinum var Anna Brimnes, sum skoraði ikki færri enn 11 mál. Saman við málverjanum, Maja Dragoljubovic, mudu hon vera besti spælarin á vøllinum.
Í høllini á Hálsi fekk Neistin óvæntað stóra mótstøðu frá VB, sum bara hevur fingið tvey stig hetta kappingarárið. Tað var ikki fyrr enn móti endanum, at Neistin megnaði at staðfesta sigurin.
Neistin er framvegis oddalið í Hvonn-deildini, meðan Kyndil nú er fýra stig frammanfyri VÍF á øðrum plássi.










