Í gjárkvøldið var konsert við Annu Nygaard og the X Orchestra í Løkshøll í Runavík. Í kvøld verður Anna at hoyra í Norðurlandahúsinum. - Anna fylti rúmið við síni vøkru rødd - og ikki minst við sínum spennandi og hugtakandi persóni, ið rúmar alskyns andlitsbrái og kropsmáli.
Úr Runavík verður sagt, at konsertin hevði ein heilt serligan dám.
- Nú var Anna komin heim, og móttøkan var ómetalig. Løkshøll var stúgvandi full av áhoyrarum.
Konsertin varð býtt upp í tveir partar, har Anna í fyrra partinum leiddi áhoyrarnar ígjøgnum sína tíð í X Factor.
Hon sang øll løgini, sum hon hevur sungið í sendingini, og ímillum hvørt lag greiddi hon eitt sindur frá sínari ferð í X Factor.
- Seinasta lagið, hon sang fyri steðgin, var lagið frá Michael Jackson-temainum, sum hon sang tað kvøldið, hon varð blakað úr sendingini. Áðrenn Anna byrjaði at syngja lagið, helt hon fyri, at hetta hóskar sera væl til høvið, áðrenn øll verða blakaði út í ein steðg.
Seinna partin av konsertini sang Anna nøkur av sínum yndis løgum hjá heimskendum songkvinnum, eitt nú hjá Amy Winehouse og Doffy. Harumframt sang hon sangir av nýggju fløguni Because I want to, ið kemur á marknaðin komandi mánadag. Konsertin í Løkshøll endaði við tí longu vælkenda lagnum Walking on fire.
Úr Runavík verður sagt, at saman við the X Orchestra megnaði Anna Nygaard at lyfta konsertina á eitt høgt støði.
- Tónleikararnir vóru í heimsklassa, her var talan um høga góðsku av topp-profesionellum tónleikarum, siga fólk, sum vóru til konsertina í gjárkvøldið.










